Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Móttøka í nýggja Búfelagsskapinum á Toftum

nes.fo

Í sambandi við, at nýggi Búfelagsskapurin á Kneysum á Toftum er liðugur, bjóðar Almannaverkið til móttøku.

Móttøkan verður fríggjadagin, tann 6. februar 2026 kl. 15.00

Adressan er Á Kneysum 4, á Toftum

Í Búfelagsskapinum á Kneysum eru 18 íbúðir umframt felags hølir.

Á skránni verða røður og framførslur, og ein góður drekkamuður verður
eisini at fáa.

Húsið verður opið fyri almenninginum frá kl. 14.00 til kl. 17.00

Øll eru hjartaliga vælkomin.