Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Móttøka í samband við ÍSF forsetaskifti

John William Joensen

Fríggjadagin savnast umboð fyri føroysk ítróttarfeløg úr øllum landinum í Norðurlandahúsinum at siga farvæl við Heðin Mortensen, sum hevur stjørna føroysku ítróttini í 28 ár

Tíðindaskriv frá ÍSF:

Móttøka í Norðurlandahúsinum

Heðin Mortensen, ÍSF forseti, leggur frá sær, eftir at hava verið ÍSF forseti í 28 ár,  og er hetta longsta skeiðið, ein ÍSF forseti hevur sitið.

Ítróttasamband Føroya bjóðar í hesum sambandi til
almenna móttøku í Norðurlandahúsinum fríggjadagin 23. mai 2008 frá klokkan 15:00 til 18:00

Øll eru hjartaliga vælkomin!
– ítróttafólk, feløg, fyritøkur, stovnar, vinir og kenningar –

Móttøka í Norðurlandahúsinum
Skrá:
kl. 15:00 Vælkoma og tónleikur við Bjarna Lisberg
kl. 15:45 Dansur við Xfl ex
kl. 16:00 Ítróttaverji, Jóannes Eidesgaard, løgmaður,
               flytir fram røðu
kl. 16:10 Varaforseti í ÍSF, Petur Elias Petersen,
               flytir fram røðu
kl. 16:20 Forseti í FSF, Høgni í Stórustovu, flytir fram røðu
kl. 16:30 Estetiskur fimleikur, gentur A, HF
kl. 16:35 Tónleikur og sangur, Uni Arge
kl. 16:45 Orðið frítt
kl. 17:30 Tónleikur og sangur
kl. 18:00 Liðugt