Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Móttøka í sambandi við stjóraskifti á Hilton Garden Inn

Jóhann Lützen

Fríggjadagin 2. september frá klokkan 15.00 til 17.00 verður almenn móttøka á Hilton Garden Inn Faroe Islands fyri nýggja hotellstjóranum, Rógva Mikkelsen. Samstundis verður møguligt at heilsa uppá fráfarna stjóran, Martin Restorff

Rógvi Mikkelsen tók við starvinum sum stjóri í juni í ár. Hann hevur drúgvar royndir í hotell- og tænastuvinnuni bæði uttanlands og í Føroyum. Til fyri stuttum hevur Rógvi starvast sum hotellleiðari fyri Hotel Brandan.

Martin Restorff hevur verið stjóri á Hilton Garden Inn Faroe Islands síðan verkætlanin kom í eygað í 2018. Hann heldur fram sum nevndarlimur hjá Hilton Garden Inn Faroe Islands.