Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Móttøka og jólahald hjá KBI í dag

Jóhann Lützen

Fríggjadagin 12. desembur kl. 14.00 – 16.00 bjóðar KBI til móttøku og jólahald í Klingrugarði 2 í Klaksvík.

 

Høvi verður at heilsa uppá nýggja stjóran, Fríða Sigurðsson, og harafturat verður, sum siðvenja er, árligt jólahald fyri kundum og samstarvsfelagum.

KBI bjóðar rísalamang, eplaskivur og annað søtt, meðan livandi tónleikur og felagssangur seta serligan dám á løtuna.