Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

M/S Thorshavn verður møguliga seldur

John William Joensen

Fíggjarstøðan hjá skipinum er nú somikið álvarslig at boða er til avgerandi aðalfund í kvøld skrivar Suðurrás

Lýsti aðalfundurin hjá M/S Thorshavn verður í Pakkhús 4 nú ónskvøldið 15. mei kl 19.30.

Fólkini aftan fyri Thorshavn boða frá í einari viðmerking, at hetta er ein rættilig avgerandi aðalfundur fyri framtíðina hjá M/S Thorshavn. Fíggjarliga støðan hjá skipinum er í løtuni sera ótrygg. Hetta merkir stutt sagt, at um eingin loysn verður funnin her og nú, so verður Thorshavn sett á sølulista við tí avleiðing, at skipið verður selt øðrum.

-Hetta vóna vit ikki hendir, men hin vegin, um undirtøkan ikki er frægari, enn hon higartil hevur víst seg at vera, so er hetta einasta
leiðin at fara, verður sagt.

Tí vóna fólkini aftan fyri M/S Thorshavn , at aðalfundurin verður væl mannaður.