Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Mugu hava eina bilferju afturat

Jørgen Niclasen, form. Fólkafloksins

Henrik Old tók ætlaðu Nólsoyarferjuna av íløguætlanini, brúkti peningin at keypa ein kontórbygning fyri og situr nú í saksinum.

Henrik Old tók ætlaðu Nólsoyarferjuna av íløguætlanini, brúkti peningin at keypa ein kontórbygning fyri og situr nú í saksinum. 

Henrik Old landsstýrismaður, hevur í longri tíð arbeitt við at landið skal keypa ein lítlan ferðafólkabát. Hetta er burturvið, tí fleiri bátar av hesum eru í landinum. SSL kann leiga hesar, tí allir hesir bátar hava nógva tíð á árinum, har teir ikki verða nýttir. Trupulleikin hjá SSL og Henrik Old er, at okkum vantar eina bilferju afturat. So høvdu vit altíð havt avloysara til Sandoyar-, Nólsoyar- og Kallsoyarleiðini. Eisini høvdu vit havt tvær bilferjur at seta inn á Sandoyarleiðina tær tíðir, tá ferðslan er stór. Tað er tiltrongt. So míni ráð eru, at landið útvegar sær eina bilferju afturat og gloymir alt um at keypa ein lítlan ferðafólkabát.