Savningin av valdi og virðum er framvegis størsta framtíðarhóttan fyri Føroyar, var ein av niðurstøðunum hja Høgna Hoydal í formansrøðuni
Savningin av valdi og virðum er framvegis størsta framtíðarhóttan fyri Føroyar, var ein av niðurstøðunum hja Høgni Hoydal, formanni í Tjóðveldi
Floksting hjá Tjóðveldi er í Bygdarhúsinum í Hósvík í dag. Formaðurin legði út við formansrøðuni og sambært honum er tað týdningarmikið at virðini og valdið verða javnari býtt.
–Eg fari vil nevna tríggjar gjáir, ið bert kunnu víðkast, um vit ikki í felag gera nakað munagott.
– 1. Gjógvin millum tey, ið hava allarmest virði og vald og restina.Í Føroyum síggja vit somu gongd, sum í heiminum, har ein sera lítil partur av fólkinum, skjótt kann eiga meira enn øll restin til samans.
– 2. Gjógvin millum hægri/miðalfjøldina, ið hevur góðar møguleikar og inntøkur og kann fáa lut í framburði, lánsmøguleikum og tí, sum hendir í einum samfelag, sum er í vøkstri og melur skjótt. Og so tey, ið fella uttanfyri av ymsum orsøkum: Sosialum, sálarligum, kropsligum ella øðrum ávum. Tey, ið ikki kenna seg aftur í “main-stream”-samfelagnum, og ikki hava havt møguleikan at menna og brúka síni evni. Børn og ung við umsorganarsvíki ella øðrum avbjóðingum. Fyritíðarpensjónistar. Fólk við serligum avbjóðinum ella skerdum førleikum.
– 3. Gjógvin millum ymsar partar av landinum. Ongin ivi er um, at hóast vit binda landið saman, so síggja vit, at vøksturin í samfelagnum er sera ymiskur í fólkatali og virksemi og vinnumøguleikum. Virðið á húsum og møguleikar til fígging eru sera ymiskir. Vit eiga at gera verulig átøk, ið kunn skapa rímiliga javnbjóðis møguleikar hjá fólki kring landið. Tað kann bert styrkja okkum øll.
Sí formansfrágreiðingina niðanfyri.




