Norðlýsið gjørdi í farnu viku samrøðu við føroyingin Olaf Johannessen, og danan Ulrich Thomsen. Teir eru báðir við í TROM. Olaf hevur leiklut sum vinnulívsmaðurin Ragnar, og Ulrich hevur høvuðsleiklutin sum blaðmaðurin Hannis Martinsson.
TROM kemur út á stroymingartænastuna Viaplay 13. februar 2022. Í blaðnum sum kemur út í hvørt hús í norðuroyggjum í vikuni, kemur longri samrøða við teir báðar.
TROM er ein krimi sjónvarpsrøð, ið Torfinnur Jákupsson hevur stjórnað. Sjónvarpsrøðin er bygt uppá krimibøkurnar hjá Jógvani Isaksen, ið hava persónin Hannis Martinsson sum høvuðspersón.
Nakað serligt at taka upp í Føroyum
Mest sum við ein munn, siga teir báðir, at tað er heilt serstakt at taka upp í Føroyum. “Tað hevur verið heilt øðrvísi og serstakt fyri meg, tí eg havi aldrin verið her áður” segði Ulrich Thomsen. “Man merkir einleikan og afturvendandi blíðskap.” leggur hann afturat.
Spurdur um veðrið, sigur Ulrich at veðurlíkindini eru ikki til at hava álit á í Føroyum. “Tað var líka við, at vit upplivdu allar fýra árstíðirnar uppá innan sama klokkutíma” sigur Ulrich flennandi.
Múli prae quam Trøllanes
Í trailaranum (les: stutt sjónbandabrot, við styttri brotum úr sjónvarpsrøðini) síggjast myndir úr Múla. Tað kann vera trupult at flyta eitt heilt lið av upptøkufólki til Múla, og aftur, siga teir báðir. Múli er eisini høvuðsmyndin á trailaranum til sjónvarpsrøðina, og kann tað tí vísa á ein serstakan týdning. Til hetta sigur Olaf Johannessen, at “Múli spælir ein stóran leiklut, men meir enn hetta kann eg ikki siga”.
Eftir stendur spurningurin: kann hyggjarin væntað sær eitt klimaks á Múla, eins og klimaksið á Trøllanesi, ið fór fram í James Bond filminum ‘No Time to Die’?
Í Norðlýsinum, ið kemur á gøtuna komandi fríggjadag, verður ein spennandi og longri samrøða við teir báðar at lesa.



