Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Munnligur fyrispurningur til Rigmor Dam um landsroyndir

Jógvan á Lakjuni

Jógvan á Lakjuni setti Rigmor Dam ein fyrispurning um landsroyndir, sum hann so far svar upp á mikudagin

Munnligur fyrispurningur til Rigmor Dam um landsroyndir

1) Ætlar landsstýriskvinnan at avtaka kravið um landsroyndir, bara tí at tað tøkniliga hevur

svikið – ella liggur okkurt hugsjónarligt aftanfyri?

2) Er ikki alneyðugt at tryggja myndugleikum, skúlum, foreldrum og næmingum innlit í tað

fakliga støðið í fólkaskúlanum, soleiðis at tað, sum kanska fer av lagi í undirvísingini, kann

rættast uppaftur, meðan tíð er?

Viðmerkingar:

Fyri góðum tíggju árum síðani, á vári 2007, vórðu stórar broytingar gjørdar í

fólkaskúlalógini, har serligur dentur varð lagdur á styrkja um byrjanarundirvísingina og

lesimenningina. Hetta varð gjørt í kjalarvørrinum av PISA-undankanning, sum vísti vánaligt

fakligt avrik hjá føroyskum næmingum.

Tímatalið í teimum fyrstu flokkunum bleiv munandi hækkað, og ikki so lítið av peningi varð

sett av til hetta. Harumframt varð heilt natúrliga ein eftirmetingarskipan sett í verk við m.ø.

landsroyndum og støðuroyndum í ávísum flokkum.

Endamálið við landsroyndunum var heilt greitt og er eisini væl útgreinað í viðmerkingunum

til lógaruppskotið (116/2006). Í viðmerkingunum stendur m.a.:

“Endamálið við at hava landsroyndir er at tryggja myndugleikum, skúlum, foreldrum og

næmingum innlit í fakliga støðið í fólkaskúlanum. Við støði í hesum royndum kann tað

rættast uppaftur í undirvísingini, sum ber á skeiva borðið. Landsroyndirnar eru ætlaðar sum

amboð og ítøkiligt grundarlag hjá myndugleikum, skúlum og foreldrum at fylgja við og meta

um fakliga støðið í teirra egna skúla, umframt at kunna viðgera úrslitið í mun til fakliga

støðið í øðrum skúlum í landinum. Mentamálaráðið skipar fyri landsroyndunum, og skúlarnir

fáa at vita miðalúrslitið fyri sínar flokkar, umframt at teir fáa at vita, hvussu hesir liggja í mun

til miðalúrslitini fyri hinar skúlarnar og fyri landið alt. Úrslitið hjá einstøku næmingunum

verður ikki kunngjørt.”

Tað hevur undrað spyrjaran at hoyra úttalilsini hjá landsstýriskvinnuni um landsroyndirnar

hesa seinastu tíðina, har hon tosar um eitt “stressað system” og enntá setur spurning við, um

og hví vit skulu hava landsroyndir. Tí verða hesir spurningar settir.

Á Løgtingi, 27. september 2017

Jógvan á Lakjuni