Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Munur á býráðspolitikarum í Runavík og Klaksvik

Jan Danielsen

Komin úr Runavík frá arbeiði í kvøld, kom eg í prát við ein býráðslim í Klaksvík. Tað fyrsta hann spyr meg um, er um tað veruliga er so galið í Runavík, at tíðaravmarkað parkering er sett í gildi á havnalagnum. Ja, svarið eg, so er – skil tað hvør í skilja vil.

Hann fortaldi mær síðan, at heilt afturi í 2005/2006 bleiv øll tíðaravmarkað parkering avtikin á havnalagnum í Klaksvík.
Her skuldi eingin fáa bót fyri at fara til arbeiðis ella til útróðrar. 

Tað hevur altíð verið strævið, at rikið egið virksemi – tað vita øll, sum hava roynt tað. Men at skula striðast við lokala myndugleikan, tí tú roynir at reka virksemi á staðnum, er allarhelst eindømi í Føroyum.

So um broyting ikki kemur í viðvíkjandi parkeringsviðurskiftunum á havnalagnum í Saltangará, so letur Dekkservice ikki uppaftur eftir summarfrítíðina – kanska er tað tað býráðslimirnir ynskja, men so kundu teir bara sagt tað.

Í síðstu viku komu nakrir sjómenn aftur av skipi. Allir, sum høvdu parkera við frostgoymsluna í Saltangará, høvdu fingið bót – onki stuttligt at koma heim aftur til, og teir vóru heldur ikki blíðir.

Men kanska onkur onnur kommuna tímir at hýsa vinnuligum virksemi og sjómonnum???