Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

MVG-dagur 12. mai 2014

Norðlýsið

Mánadagin 12. mai er seinasta freist at lata inn uppgerð og gjalda meirvirðisavgjald fyri 1. ársfjórðing í 2014. Tá ið 4. ársfjórðingur fyri 2013 skuldi latast inn fyrst í hesum árinum, vísti tað seg, at nógv bíðaðu til beint upp undir seinastu freist at lata inn, og hetta gjørdi, at eitt stórt trýst bleiv á Vinnugluggan hjá TAKS, sum aftur hevði við sær, at skipanin til tíðir ikki var tøk.

– Hetta skapti nakað av ónøgd hjá teimum, sum ikki fingu avgreitt sítt MVG, júst tá tey ætlaðu. Tað skilja vit væl, og tað harmast vit eisini um. Vit arbeiða við at umleggja alla KT-tøknina sum er frá 1983, men tað arbeiðið verður ikki liðugt fyrr enn seint í ár, og tí kann hetta verða ein trupulleiki restina av árinum, um MVG-uppgerðirnar verða gjørdar í síðstu løtu.

– Vit skilja væl, at fyritøkur vilja bíða sum longst við at rinda MVG’ið, men tað ber væl til at gera MVG-uppgerðina í góðari tíð, og so velja at gjalda seinni, tí eMVG-skipanin í Vinnuglugganum hevur eina funku til júst tað. Vónandi fara fleiri at brúka hendan møguleikan, so vit kunnu avmarka hendan trupulleikan, sigur Eyðun Mørkøre, stjóri á TAKS.