Seinastu tvey árini er samlaða eftirstøðan av mvg minkað. Við árslok 2014 var eftirstøðan 10,9 mió. minni enn við árslok 2013, og heilar 38,7 mió. minni enn við árslok í 2012.
Seinastu tvey árini er samlaða eftirstøðan av mvg minkað. Við árslok 2014 var eftirstøðan 10,9 mió. minni enn við árslok 2013, og heilar 38,7 mió. minni enn við árslok í 2012.
Eftirstøðan ávirkað av ymiskum viðurskiftum
Nógv ymisk viðurskifti hava ávirkan á samlaðu eftirstøðuna, og tí er ikki einfalt at greina til fulnar allar orsøkirnar til, at eftirstøðan minkar ella til tíðir veksur. Yvirskipaði búskapurin í landinum og gjaldsorkan hjá vinnuni hava stóran týdning fyri eftirstøðuna. Men eisini ítøkiligar avskrivingar av eftirstøðum í sambandi við, at fyritøkur verða avtiknar í skriftirættinum, ávirka samlaðu mvg eftirstøðuna.
Væl nøgd á TAKS við gongdina
“Seinastu tvey árini hevur gingist væl hjá okkum at hava tamarhald á mvg eftirstøðuni”, sigur Eyðun Mørkøre, stjóri á TAKS. “Hóast frágreiðingin uppá minkaðu eftirstøðuna ikki einans finst í okkara avrikum, so eru vit væl nøgd við, at samlaða eftirstøðan er minkað. Á sumri 2013 broyttu vit bygnaðin á deildini fyri innheinting, og mentu tá eisini fleiri arbeiðsgongdir kring innheintingina. Tað tykist, sum tær broytingarnar hava verið gagnligar, og seinastu broytingarnar í mvg lógini hava eisini stuðlað undir innheintingararbeiðið”, sigur Eyðun Mørkøre.
TAKS
21. januar 2015




