Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

MVG-ið kann taka botnin undan fíggjarlógini fyri 2009

John William Joensen

Inntøkurnar frá MVG er minkað eini 20% sum er væl meira enn mett var tá fíggjarlógini fyri 2009 varð samtykt og februarmánaði royndist illa hjá landskassanum

Á fíggjarlógini fyri 2009 er innbygd ein lítil skattahækking, men álíkavæl eru inntøkurnar hjá landskassanum fallandi.

Landsskattur

Januar 2008

103,7 mill kr.

Januar 2009
105,5 mill. kr.

Februar 2009

115,7 mill. kr.

Februar 2008
120,2 mill. kr.

Samlað lønarútgjalding:

Januar 2008
599 mill. kr.

Januar 2009

595 mill.kr.

Februar 2008
676 mill. kr.

Februar 2009
642 mill. kr.

Lønarútgjaldingarnar eru sostatt minkandi hóast ein sáttmálavøkstur uppá góð 3%

MVG inntøkurnar minkað í stórum
Sambært fíggjarmálaráðnum er skattainntøkurnar hjá landskassanum á einum rímiligum støði hóast tølini fyri februar eru nakað minnið enn roknað var við tá fíggjarlógin fyri 2009 varð samtykt.

Tað sum er meira órógvandi er stóra falli í inntøkunum frá MVG.

Sambært fyribilstølunum, sum TAKS hevur fyri Januar og Februar eru MVG inntøkurnar hjá landskassanum falnar umleið 20 prosent.

Í fíggjarlógini fyri 2009 var roknað við einum fallið í inntøkunum frá MVG, men langt frá tí sum vísir seg í januar og februar, var sagt úr fíggjarmálaráðnum.

Harleywoodpaint