Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Mylnufagnaður 2008 í KÍ-høllini

John William Joensen

Tey fýra húsini sum eru samskipaði undir Mylnuhúsinum hátíðarhildu 100 ára dagin hjá Klaksvíkini í KÍ-høllini.

Tiltakið í ár var eins og undanfarin ár hildið í KÍ høllini har børn og starvsfólk í tríggjardagar høvdu evna ymiskt til har gjøgnumgangandi temaði var "Klaksvík 100 ár."

Endamálið við Mylnufagnaðinum er at samansjóða húsini, børnini, starvsfólkið og foreldrini.
Børn og vaksin vóru býtt upp í bólkar uppá tvørs av aldur og kyn, kallaði familiur. Hesar familiur skipa fyri ymiskum tiltøkum allar dagarnar.

Fríggjadagin frá kl. 15 – 17 vóru so foreldrini við har kaffiprát var og undirhald á pallinum.

Sum foreldur at børnum í dagstovni er tað ein frøgi at síggja hvussu nógv starvsfólkini á dagstovnum gerða burtur úr.

Sí- myndir