Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Myndafrásøgn: Menn og kvinnur í grindavási

Danial Viðoy

Ársins fyrsta grind legði beinini í Hvannasundi á middegi. Drápið gekk væl, hóast tað ikki gekk so skjótt sum onkuntíð áður. Grindafólk bóru seg fyrimyndarliga at í drápinum.

Ársins fyrsta grind legði beinini í Hvannasundi á middegi. Drápið gekk væl, hóast tað ikki gekk so skjótt sum onkuntíð áður. Grindafólk bóru seg fyrimyndarliga at í drápinum.

Ein eldri maður hevði á orði mitt í drápinum: ”grindin er ov spøk”. Tað var einamest okkurt um tað. Tað gekst heldur striltið at fáa hvalirnar at gera landgongd. Teir komu soleiðis ”pø á pø” inn í móti.

Men hóast drápið vardi í ein hálvan tíma, var ongantíð nakar fjáltur og nakar, sum leikaði í. Tað gekk alt fyrimyndarliga fyri seg; og á ein menniskjaligan hátt.

Seðlarnir koma út seinni í kvøld. Ítøkiliga talið á grindini hevur undirritaði ikki í skrivandi stund, men skjýtur upp á knappar 50 hval.

MYNDAFRÁSØGN: