Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Myndafrásøgn úr Suðuroy

Starvsnæmingur Starvsnæmingur

5.-7. feb. 05 vóru vit í Suðuroy og tóku myndir.
Vit vóru á Tvøroyri og í Vági…

Vit vóru á Tvøroyri og í Vági og tóku myndir av tunnusláttri í Jómsborg og umborð á verjuskipinum Vædderen, ið lá inni á Tvøroyri…Myndir vóru eisini tiknar av Vatninum og á Eiðinum í Vági, ymiskum listarverkum á Tvøroyri, samt myndir av Tvøroyri og Vág.

Føstulávintshald í Suðuroy.
Føstulávint er tann tíðin har man fer at sláa tunnu, og lata seg í grýluklæðir og fara hurð til hurð at fáa bomm og annað gott.
Í Suðuroy verður altíð gjørt nógv burtur úr, m.a. er tunnusláttur nógva staðni, men eisini er tað grýludansur bæði fyri børn, ung og eldri. Tað hevur verið fastur táttur leingi at lata seg í grýluklæðir og at fara í grýludans, og hvørt ár verður vakrasta, ljótasta og mest orginala grýla kosin.