Danny & the Veetos fekk Vágsbø upp á kók við góðum, løttum, summarsligum og ikki minst nýggjum tónum!
Danny & the Veetos fekk Vágsbø upp á kók við góðum, løttum, summarsligum og ikki minst nýggjum tónum!
Tað var ein fragd, at hoyra Danny & the Veetos á Pallinum á ársins Summar Festivali. – Teir kunnu ikki annað enn verða stoltir fyri ”debutina” á Føroya størsta palli.
Fyrsti dagur á Summar Festivalinum 2016 er farin aftur um bak, og var hann minnisverdur.
Danny & the Veetos endaðu veitsluna fyribils, ið hvussu er fyri tónleikin. Veitslan heldur helst áfram, tí ilt er at steðga eftir eina slíka tónleikauppliving við heitasta føroyska tónleikabólki í løtuni.
MYNDIR:




