Áseyðaroyting 2014: Í vikuni vóru teir a fjalli í Innistovu
Áseyðaroyting 2014: Í vikuni vóru teir a fjalli í Innistovu
Innistovuhagin hoyrir til Klaksvík og umfatar bæði Klakkin og Hálgafelli. Festari er Hanus Hansen. Hagin verður rikin í trimum. Seinnapartin hósdagin róku teir sunnaru gonguna og fríggjadagin hinar báðar gongurnar í erva og neðra í Klakkinum.
Sjálvur raksturin gekk væl báðar dagarnar. Tilsamans 115 ær og 110 lomb blivu upptald at vera í haganum hesar báðar dagarnar. Niðanfyri eru myndir frá báðum døgunum.




