Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Myndarøð: Búnaðarstevnan á Skúlatrøð

Jóhann Lützen

Leygadagin 18. februar, var áttanda Búnaðarstevnan hildin á Skúlatrøð í Klaksvík. Búnaðarstevnan er eitt afturvendandi tiltak og sera viðkomandi fyri menning og kunning innan føroyskan landbúnað.

Fleiri áhugaverdar framløgur vóru á skránni og knappliga 200 fólk høvdu leita sær á Skúlatrøð fyri lýða á. Reyði tráðurin ígjøgnum dagin var hugtaki StuttFlutt og matvørusjálvbjargni – umframt fleiri mál, sum eru tengd at hesum.

Framløgurnar kunnu takast niður á heimasíðuni www.bunadarstevna.fo 

Búnaðarstevnan 2024 verður tann 17. februar á Skúlatrøð.

Harleywoodpaint