Elsti parturin av KSS er útbrendur og matrielli skaðin er umfatandi. Tó er nýggi parturin órørdur men hevur kanska fingið nakað av roykskaða.
Elsti parturin av KSS er útbrendur og matrielli skaðin er umfatandi. Tó er nýggi parturin órørdur men hevur kanska fingið nakað av roykskaða.
Húsini, eldurin er í, standa á somu grund, tey fyrstu bedingshúsini stóðu, tá ið bedingin byrjaði sítt virksemi í 1928. Tá vóru húsini ein blikkskúrur – skipini, ið vóru tikin upp, vóru sluppir – men eisini skonnartir frá 1929/30. Eftir at fyrsti trolarin kom til Føroyar í 1933 – tað var Skálaberg TN 40, bleiv húsið gjørt størri, tí jarnarbeiðið gjørdist nógv meiri. Dreyðibenkur komu í hetta húsið, men eftir at ovara og norðara húsið varð bygt stutt eftir kríggið, vórðu hesir beinkir fluttur niðan. Løgni skorsteinurin var uppi yvir essuni. Menninir við essuna, beint tá ið hon kom, vóru Argjamagnus og Jóhan Samnuelsen (okurin – hann var suðringur(!)).
Sí myndir




