Veljarar og valevnir hugnaðu sær á valkafé’ini í Varpinum
Valspenningurin er í hásæti, men tað sást næstan ikki í øllum hugnanum ígjárkvøldi. Varpið var karmur um felagsvalkafé’ina og eftir øllum at døma er hon komin fyri at verða.
Valfeløgini, Norðlýsið og Varpið hava samstarva um leistin við tveimum valkafé’um og einum stórum veljarafundi. Uppmøtingin hevur verið sera góð. Varpið var stúgvandi fult av veljarum og valevnum í gjárkvøldi.
Annfinnur Heinesen, stjóri í Varpinum fekk nakrar myndir.



























