Føroyar komu á odda 1-0 og kundu havt økt til 2-0.
Føroyar komu á odda 1-0 og kundu havt økt til 2-0. Men samanlagt var Finnland betra liðið og vann 3-1. Sigurin var uppiborin, hóast føroyingar stríddust væl og royndu at leypa á, tá møguleikarnir vóru til tað. Gjøgnum allan dystin kom Finnland til nógvar støður kring føroyska málið og hóast føroyska verjan sum oftast hevði gott tamarhald á, so vóru støðurnar so mikið nógvar, at tað fyrr ella seinni helst fór at geva okkurt mál.
Føroyar hava 5 stig fyri 7 dystir og skulu nú ikki spæla aftur fyrr enn í september. Tríggir dystir eru eftir í hesi undankappingini og teir vera allir leiktir í ár.
Myndir frá U21 dystinum á Svangaskarði í kvøld:






























































































