Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Myndarøð: Góður hýrur í landsliðshópinum

Jákup Ósá

(Andorra) Nakrir leikarar hava ikki følt seg so væl seinasta døgnið, men tað verður roknað við, at allir mans vera klárir leygardagin.

Teitur M. Gestsson vandi ikki við vegna sjúku, meðan Gunnar Nielsen og Hallur Hansson heldur ikki føldu seg so væl. Men teir vandu við og fáa teir ikki okkurt bakkast, so vera teir helst tøkir. Myndirnar eru frá venjingini fyrrapartin. Í morgin hevur landsliðið sína seinastu venjing, ið verður á leikvøllinum, har dysturin verður leiktur. 

Myndatekstur: Feskasta íkastið hjá klaksvíkingum á A-landsliðnum, 20 ára gamli Jóannes Bjartalíð, fekk sær sjálvandi fisk eftir venjingina, sum allir rættir klaksvíkingar. Turrur fiskur er fastur partur av matinum, sum leikararnir á A-landsliðnum kunnu velja at fáa sær beint eftir venjing.