Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Myndarøð: Hvør kleyv í rætt Á Nevinum

Norðlýsið

Áseyðaroyting 2014: Mikudagin vóru teir á fjalli Á Nevinum á Kalsoynni.

Áseyðaroyting 2014: Mikudagin vóru teir á fjalli Á Nevinum á Kalsoynni.

Teir lata eisini væl at seyðinum Á Nevinum í ár. Á Nevinum er hagapartur vestanfyri á Kalsoynni og liggur beint norðanfyri galvin.
Tað gekk av tí allarbesta at reka og hvør ”kleyv” var í rætt. Seyðurin sá gott út, men onkuntíð hevur verð betri lambað enn í ár. 41 ær og 35 lomb blivu tald upp hendan dagin. Tá skal eisini viðmerkjast, at seyðurin gongur úti í haganum alt árið, men ofta hevur tað kortini verið eitt lamb uppá ærina sum m.a. í fjør.
Annars kann nevnast, at rættin Á Nevinum bara er málað við neyta blóði. Tað e tað sama, sum teir smurdu teir gomlu harra garðarnar við úti í heimi.Hetta riggar ógvuliga væl og verður rættin hildin við líka, so heldur hon sær í minst 100 ár, segði tann eini fjallmaðurin Á Nevinum við Norðlýsið.
Myndirnar niðanfyri eru frá áseyðaroytingini Á Nevinum mikudagin.