Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Myndarøð: Jákup N. Vilhelmsen skoraði í ’’debutini’’

Jákup Ósá – Myndir: Oliver Joensen

19 ára gamli Jákup N. Vilhelmsen skoraði í sínum fyrsta skrásetta landskappingardysti fyri besta liðið hjá KÍ.

Hann kom inn móti endanum av dystinum og tað gekk ikki leingi, so hevði hann skorað. Uppá eitt hornaspark frá Árna Frederiksberg var Jákup fyrstur á. Hann bleiv sostatt ein av teimum heilt fáu leikarunum, sum hevur skorað í ’’debutini’’.

Sambært FaroeSoccer so er Jákup skrásettur fyri 42 dystir og 5 mál fyri næstbesta liðið hjá KÍ.

 

Oliver Joensen tók myndirnar, tá Jákup skoraði søguliga málið.