Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Myndarøð: Jól umborð á Gadus

Jákup Ósá

Flakatrolarin Gadus hevur havt jólahald í góðum veðri í dag í Barentshavinum.

Gadus roynir í russiska partinum av Barentshavinum. Í dag bleiv lagt stilt í nakrar tímar, tá jólahald var umborð.

 

Gadus legði stilt í góðveðrinum í dag frá kl. 14 til 19. Kl. 16.00 var dunna etin og seinni rísgreytur. Eftir tað bleiv jólaevangelium lisið, jólasangir sungnir og so komu jólamenninir við jólapakkum. Manningin á Gadus letur heilsa heima og eina serliga heilsu til sjómanskvinnuringarnar fyri jólapakkarnar. 

 

Gadus fór avstað 16. oktober og hevur 470 tons í last. Myndirnar tók Høgni Biskopstø.