Tað gekk væl hjá fyrireikarunum at avgreiða róðurin á Norðoyastevnu í dag. Vakurt var at síggja okkara stoltu føroysku bátarnar í kapping við ungfólki úr øllum landinum umborð. Spell at ikki fleiri 10mannafør vóru við, men spenningurin var stórur í Norðoyggjum um 10mannafar róðurin. Knáðir vóru teir rógvararnir á øllum trimum bátunum og tá avtornaði vann Klaksvíkingurin. Njótið myndirnar eisini frá hinum róðrunum:





































































































































