Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Myndarøð: KÍ er úti av steypakappingini

Jákup Ósá – Myndir: Oliver Joensen

HB-kvinnurnar fóru úr Klaksvík við hálvfinaluplássinum.

Tað var lagt upp til ein spennandi dyst í Klaksvík í kvøld. KÍ og HB hava spælt tveir javnleikir móti hvørjum øðrum í landskappingini. Tað skuldi eisini blíva ein spennandi dystur. HB kom á odda, men KÍ javnaði við máli frá Mariu Biskopstø. Avgerandi málið kom í 75. minutti, tá Julia Naomi Mortensen skoraði. KÍ royndi at trýsta, men HB megnaði at verja fyri og vann 2-1.

KÍ hevur sostatt mist møguleikan at endurvinna greipuna, meðan HB fer víðari í hálvfinalurnar, ið vera leiktar í oktober.