KÍ-hópurin kom til Montenegro í dag.
Hópurin fór úr Føroyum í gjár og gisti í Oslo í nátt. Í dag hevði hópurin leiguflogfar til Podgorica, høvuðsstaðin í Montenegro, har dysturin verður. Í kvøld var venjing á skránni í góðveðrinum. Í dag hava tað verið 35-40 hitastig, men sambært forsøgnini verður ikki so heitt mikukvøldið kl. 20.00, tá dysturin verður. KÍ hevur allar leikarar tøkar uttan Jonn Johannessen, sum er skaddur.
Myndirnar hava vit fingi sendandi frá liðleiðarunum.










