Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Myndarøð: KÍ í landsliðssteðg við sera góðari støðu

Jákup Ósá – Myndir: Oliver Joensen

Tað var ikki so sannførandi allatíðina, men at enda vann KÍ 3-0.

KÍ vann 3-0 móti EB/Streymi í Norðoyastevnudystinum. Dysturin bleiv ikki avgjørdur fyrr enn um miðjan seinna hálvleik, tá KÍ skoraði til 2-0. Í mun til dystirnar fyrr í ár, so koma mótstøðuliðini hjá KÍ nú til stórar málmøguleikar hvønn dyst og í fyrra hálvleiki hevði EB/Streymur tveir stórar málmøguleikar. Teir tóku ikki av og so kundi KÍ staðfesta sína góðu støðu á stigatalvuni, nú landsliðssteðgur verður í tríggjar vikur.

Málini hjá KÍ skoraðu Valeris Sabala, Páll A. Klettskarð og Árni Frederiksberg.