KÍ-kvinnurnar vunnu sín størsta sigur hetta kappingarárið, tá tær leygardagin vitjaðu á Sandi.
KÍ vann heili 14-0 móti AB/B71 eftir hálvleiksstøðuna 9-0. Málini hjá KÍ skoraðu Evy á Lakjuni (4), Rannvá B. Andreasen (2), Eyðvør Klakstein, Maria Biskopstø, Victoria á Lakjuni, Sanna Svarvadal, Durita Hummeland, Rutt Hregersen og Jancy Mohr. Seinastu umleið 15 minuttirnar leikti KÍ bert við 10 kvinnum, tí Sanna Svarvadal fekk reyða kortið frá dómaranum. (Ímillum myndirnar sæst Ludvík, ið stendur fyri at skula giftast. Saman við vinmonnum skipaðu teir fyri polterabend, sum hevði við sær at Ludvík skuldi á vøllin í hálvleikinum.
KÍ er á odda í deildini, tvey stig frammanfyri EB/Streym/Skála.












































































