Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Myndarøð: KÍ vann 4-0 á Svangaskarði í dag

Jákup Ósá – Myndir: Oliver Joensen

KÍ hevði ongar trupulleikar á Svangaskarði í dag.

Uppflytararnir úr B68 høvdu eitt verjukent útgangsstøðið, so KÍ hevði bóltin nærum allan dystin. KÍ fekk eisini tvey mál í hvørjum hálvleiki og møguleikar vóru til nøkur onnur. B68 hevði tó tann størsta møguleikan í dystinum við støðuni 2-0, men fyri opnum máli fór bólturin á tvørstongina. B68 hevði eisini tvær-tríggjar aðrar støður, har tað bara manglaði tað síðsta, so heimaliðið var eisini vandamikið.

 

Men sigurin hjá KÍ var ongantíð í vanda og KÍ kundi helst vunnið enn meir, um liðið ikki tók ferðina úr spælinum síðsta hálva tíman. Mest eyðsýndi KÍ-leikarin var helst Árni Frederiksberg, sum átti tvey upplegg og var við í fleiri øðrum vandamiklum álopum. Páll A. Klettskarð kom eisini á máltalvuna við sínum 124. máli fyri felagi og tí manglar hann nú bara eitt mál fyri at koma ájavnt við metið.

 

Hjá KÍ var hetta lætta uppgávan á pappírinum fyrstu fýra umførini, tí nú bíða tríggir truplari dystir, har KÍ i øllum trimum førunum misti stig í fjør. Á heimavølli móti NSÍ, á útivølli móti TB og á heimavølli móti HB.