Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Myndarøð: KÍ vann steypið hjá 2.deild

John William Joensen

ÍF hevði styrkt seg við fleiri Effoleikarum, men 2.deild hjá KÍ vann og helt fast í oddasessinum.

Hóskvøldið spældu KÍ og ÍF landskappingardyst hjá 2.deild, sum samstundis var steypadystur. Talan er um næstbesta liðið hjá ÍF og fuglfirðingar høvdu eitt sterkt lið við m.a. Hallgrím Hansen og Leivi Joensen frá byrjan, sum báðir hava byrjað inni á besta liðnum seinastu tíðina. 

Talan var eisini um ein spennandi og javnan dyst, har oddaliðið mátti stríðast fyri sigrinum. KÍ vann at enda 2-1 við málum frá Sølva Fossdalsá og Bjarka Vágstún. Málið hjá ÍF skeyt Høgni Zachariassen, sum áður hevur spælt nógv í bestu deildini.
KÍ liggur sostatt framvegis á odda hjá 1.deild og tað vóru tveir glaðir mans – liðskiparin Jan Andreasen og annar av venjarunum Hans Kári Sigurðsson – sum eftir dystin kundu taka ímóti steypinum, sum myndirnar vísa.