Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Myndarøð: KÍ vann stórsigur í fyrstu royndini

Jákup Ósá – Myndir: Oliver Joensen

Við Pálli A. Klettskarð (fýra mál) og Árna Frederiksberg (trý upplegg) í toppformi eydnaðist tað KÍ at vinna heili 6-0 á ÍF í dag.

KÍ kom á iodda 2-0 beinanvegin við somu uppskrift. Árni Frederiksberg sendi hornaspørk í høvdið á Páll A. Klettskarð. Beint undan hálvleiki økti Jóhan Josephsen til 3-0. Í seinna hálvleiki var framvegis einvegis ferðsla. Páll A. Klettskarð skoraði tvey mál afturat og Mads Bo Mikkelsen eitt.

Sostatt vann KÍ ein stórsigur sum væntað móti ÍF, sum telist millum bestu boðini at flyta niður í ár. Tað er trupult at siga nakað um, hvørs KÍ hevur tikið seg fram síðani stórsteypadystin, tí ÍF hótti ikki KÍ uppá nakran máta. Tað svarið fáa vit ikki fyrr enn leygardagin, tá B36 tekur ímóti dysti millum tveir av teimum trimum, sum tey flestu hava mett at enda í topp 3 í ár.