Harleywoodpaint
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Myndarøð: KRF hevur fýra manningar á Norðoyastevnu

Jákup Ósá – Myndir: Oliver Joensen

Leygardagin verður ársins fyrsti FM-kappróður.

KRF hevur fýra manningar við í ár. Tær eru Karin við barnaróðri gentum, Fípan Fagra við barnaróðri dreingjum, Karin við dreingjum og Nevið Reyða hjá monnum. 

Í Norðoyastevnublaðnum hjá Norðlýsinum er samrøða við formannin í KRF, Magnus Michalsen. Niðanfyri er brot úr greinini.

 

Fýra manningar

Hóast talið av manningum onkuntíð hevur verið hægri og Klaksvíkingur ikki er mannaður, so eru tvær manningar, ið áður hava staðið seg væl og sum væntast at standa seg væl aftur í ár, meðan tað legst til við tveimum heilt nýggjum manningum.

– Í løtuni eru fýra manningar. Tað er 8-mannafarið Nevið Reyða. Teir eru raskir, og tað verður spennandi at síggja teir. Teir vunnu við 6-mannaførum í fjør. Teir fáa harða kapping í ár, men fara at klára seg væl. Síðani er tað 5-mannafarið Karin við dreingjum. Tað er ein heilt nýggj manning og vit vóna, at teir fara at klára seg væl. Tað er trupult at siga, hvørjar møguleikar tann manningin hevur. Síðani eru tað tvær barnamanningar. Tað er Karin við gentum, sum er nýggj manning sum vit vóna fer at standa seg væl og Fípan Fagra við dreingjum. Hesir dreingirnir stóðu seg væl í fjør. Teir rógva væl og blivu nr. 1 í ódnartøkum í ár. Vit eru nøgdir við tað, men vóna altíð at fáa fleiri manningar. Kanska onkur kemur afturat seinni í ár. Onkur manning hevur verið uppá tal, har tað ikki bar til at fáa manning til Norðoyastevnuna. Høvuðsvenjari í felagnum er Magnus Norðberg. Síðani eru tveir hjálparvenjarar settir, Teir eru Barbara V. Simonsen og Brandur Kjølbro. Barbara er róðurskvinna hjá Karin í barnaróðri gentum, meðan Brandur rør við Nevinum. So manningarnar eru í góðum hondum, sigur formaðurin.