Kvikk legði at bryggju seinnapartin á Kósini í Klaksvík. Túrurin hilnaðist ikki so væl sum tann næst seinasti, tá Kvikk hevði 160.00 pund. Hesaferð var Kvikk burtur í 15 dagar og fekk 115.000 pund. Kvikk hevur roynt undir Íslandi og størsti parturin av veiðuni er toskur, longa og brosma.




