icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Myndarøð: Mjølnir kvinnurnar fyrireika seg til hálvfinaluna

Jákup Ósá – Myndir: Oliver Joensen

Fyrireikingarnar vóru í hæddini, tá Norðlýsið var í Badmintonhøllini mikukvøldið.

Leygardagin verða hálvfinalurnar í flogbólti leiktar í KÍ høllini í Klaksvík. Mjølnir kvinnurnar spæla ímóti Drátti og lagt er upp til ein spennandi dyst sum kann fara báðar vegir. Liðini hava vunnið hvør sín innanhýsis dyst í landskappingini og hóast Mjølnir er nøkur stig frammanfyri í landskappingini, so hevur Dráttur fingið tey betru úrslitini í kappingini eftir nýggjár. 

 

Mjølnir vandi í Badmintonhøllini mikukvøldið, har myndirnar eru frá. Dysturin millum Mjølnir og Drátt byrjar leygardagin kl. 15.00 í KÍ høllini.