Harley
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Myndarøð: Móttøka í nýggju hølunum

Jóhann Lützen

Dugni skipaði fyri lítlari móttøku í samband við at Tinghúsið letur upp í morgin

Korona smittuvandin gjørdi at móttøkan var fyri innbodnum. Vit vóru framvið og fáa røðuna hjá Elsebeth M. Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinnu í Almannamálum lagda út seinni. Røðan hjá Jógvan Skorheim, borgarstjóra er løgd út á heimasíðuna aðrastaðni. 

Rani Nolsø spældi nakrar sangir til hugnaligu løtuna. Kaffi og vælsmakkandi køkur frá Marietta kondittarínum vórðu at fáa. 

Stig Elttør tók myndirnar.

Skráin sæst niðanfyri. 

  • Torgerð Hansen, deildarleiðari sigur vælkomin
  • Felagssangur
  • Ása Olsen, forkvinna fyri stýrið ber fram heilsan
  • Elsebeth M. Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna ber fram heilsan
  • Jógvan Skorheim, borgarstjóri ber fram heilsan
  • Felagssangur
  • Hedvig Johansdóttir, stjóri rundar av
  • Kaffi og prát

 

Í morgin kl. 13.00 lata dyrnar upp, tá ið nýggi handilin hjá Dugna letur upp í bygninginum hjá Soli Deo Gloria á Klaksvíksvegi.