Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Myndarøð: Nýggi Borg bygningurin á Glyvrum

Jóhann Lützen

Borg kunnaði um gongdina við byggjarínum av nýggja Borg har røður, tónleikur og okkurt gott til góman var at fáa

 

Tað var ein spentur og eisini ótolin Rodmund Nielsen vit tosaðu við í dag. Hann segði, at nú dragar tað seg um vikur heldur enn mánaðir til nýggi bygningurin hjá Borg verður liðugur. Rodmundur nýttið høvið at takka kommunustýrinum, fíggjar- og tryggingarveitara, arbeiðstakarum og øðrum fyri gott samstarv. 

Umframt hann sjálvan hildu Osbjørn Jacobsen, arkitektur og Turid Arge, stjóri í Føroya Banka og Tórbjørn Jacobsen røður. Heiðrik av Heygum, listarmaður kunnaði um listarverkini, ið fara at prýða bygningin innan. Týr sungu eisini Ólavur Riddararós uttan elektriska íkobling – vakurt. 

Sjóhitaskipanin var tikin í nýtslu og var tað tað 92 ára gamli Eli Hansen, eisini kendur sum Eli í Timburhandilinum, sum trýsti á knøttin.

Bygningurin telur sekst hallir, sum eru bygdar saman. Eina handils- og skrivsovuhøll, og hartil 5 goymsluhallir. Í alt uml. 7.600 fermetur, umframt uttanumøki.