Tað bleiv bara 1-0, men B36 var ongantíð nær við at skora og tí var talan um ein so tryggan sigur sum tað kann verða, tá tað endar 1-0.
KÍ byrjaði sera væl og skapti fleiri stórar málmøguleikar í fyrra hálvleiki. KÍ kom eisini á odda, tá Árni Frederiksberg sendi hornaspark útfrá til Jóanns Bjartalíð, sum tók eitt trekk áðrenn hann sendi bóltin í málið. Í B36-leguni er man neyvan nøgdur við hetta málið, tí á KÍ-liðnum eru tað serliga tveir leikarar, sum kunnu skora uttanfyri brotssteigin og tað eru Jóanns Bjartalíð og Árni Frederiksberg.
Í seinna hálvleiki bleiv tað ein meira rótutur dystur við færri málmøguleikum. KÍ var framvegis betra liðið og fekk møguleikarnar, ið komu. B36-liðið stríddist væl og helt spenninginum til tað síðsta, men teir hvítu komu ikki til nakran stórar málmøguleika í øllum dystinum. Tískil var sigurin hjá KÍ væl tryggari enn úrslitið kann benda á.
KÍ hevur fult stigatal fyri tvey umfør eins og væntað. KÍ møtir í 3. umfari EB/Streymi, sum púra óvæntað við sera skerdum liði vann 2-1 á útivølli móti Víkingi.
Annars má viðmerkjast, at kvøldsins uppmøting av áskoðarum vísti, at tað ber væl til at spæla fótbólt leygarkvøld kl. 19.00 í Klaksvík. Tí hóast veðrið argaði við regni og hóast ein annars dystur var í grannakommununi samstundis, so vóru sera nógvir áskoðarar við Djúpumýrar.




































































