Væl gekk at royta, tá tá vóru á fjalli fyri sunnan í Haraldssundi í dag.
Brandur Klettskarð Í Kongsstovu er røktingarmaður og hann letur hampiligt at seyðinum, men vánaligi veturin hevur tikið hart uppá seyðin.
– Seyðurin gongur úti alt árið her. Og vánaligi veturin hevur gjørt, at vit hava mist nakrar ær. Men í mun til væntað og sum ein hoyrir frá aðrastaðni, so haldi eg ikki, at tað sær so galið út. Men tað er rættuliga ymiskt, hvussu lombini síggja út. Fleiri stór lomb og so eru smá lomb eisini uppií, sigur røktingarmaðurin, sum leggur afturat, at seyðurin sum heild var væl filaður.
Hann sigur, at málið altíð er at fáa eitt lamb uppá ærina, men eru teir ikki meir enn 10 % undir tí, so eru teir nøgdir. Okkurt var eftir úti, so tað bar ikki ordiliga til at siga talið, men leysliga mett liggur lambatalið kanska á 115, meðan ærnar eru eini 125 í tali. 8 mans og 6 hundar vóru á fjalli í dag. Gamla skipanin segði 14 mans, so hundarnir lætta nógv um í Haraldssundi.
Hava fólk myndir frá royting og fjallgongu, so ber til at senda tær á info@nordlysid.fo
Eisini ber til at siga frá, nær farið verður á fjall á sama t-post, so kemur myndamaður møguliga á rættina at taka myndir.




