Tað var stórur spenningur í hópinum nú bara eitt gott døgn er til dystarbyrjan í nýggjari EM-undankapping hjá U21-landsliðnum.
Allir leikarar eru tøkir uttan Heini F. Sørensen, sum ikki vandi vegna skaða. Líkt er til, at KÍ-miðverjin Børge Petersen fær møguleikan frá byrjan.
Dysturin byrjar kl. 18.00, men longu kl. 16.00 er ókeypis upphitingartiltak á Akursmørk. Atgongumerki til dystin kunnu keypast á fsf.fo. Børn undir 14 ár sleppa ókeypis inn, men skulu hava atgongumerki.












































