Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Myndarøð: Sjóhitaskipanin tikin í nýtslu

Jóhann Lützen

Biskupstorg var karmur um røður og framløgu um Sjóhitaskipanina. Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, Jógvan Skorheim, borgarstjóri og Kristian Eli Zachariassen hildu røður og vórðu allir á einum máli um týdingin av at nýta náttúruvinarligar hitaskipanir

John Mortensen, samskiftisfólk hjá Klaksvíkar kommunu bjóðaði vælkomin og greiddi frá skránni. Rani Nolsøe spældi fyrst nakrar sangir og síðani fekk Helgi Abrahamsen orðið.

Jógvan Skorheim, borgarstjóri helt síðani røðu.

Kristian Eli Zachariassen, formaður í Umhvørvis- og býarskipanarnevndini hjá Klaksvíkar býráð helt røðu.

Vit hava røðurnar hjá teimum seinni, sum vit leggja út.

Heini Ellingsgaard fyri SMJ ráðgevandi verkfrøðingar hevði framløgu um sjálva Sjóhitaskipanina. 

Eftir framløguna vóru meira góðir tónar frá Rana Nolsøe at hoyra og síðani eitt lætt ábit.

Ein stórur partur av størru bygningunum í miðbýnum verða nú upphitaðir við sjóhitaskipanini. Tað eru nógvar sparingar í at útvega hita við sjógvi heldur enn olju. 

Jógvan Skorheim og Helgi Abrahamsen tendraðu síðani Sjóhitaskipanina í sokallaða pumpihúsinum og fólk vóru vælkomin at hyggja runt í pumpihúsinum.