Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Myndarøð: Team Klaksvík fyrireikar seg til avgerandi dyst leygarkvøldið

Jákup Ósá – Myndir: Oliver Joensen

Team Klaksvík og Kyndil spæla avgerandi dyst í Klaksvík leygarkvøldið í bólkaspælinum í steypakappingini.

Støðan í bólkinum er tann, at vinnarin av hesum dystinum fer víðari til hálvfinalurnar. Bæði liðini hava vunnið stórt á H71 2 og tapt á Neistanum. Í landskappingini hava innanhýsis dystirnir verið rímiliga tættir. Team Klaksvík vann við einum máli í Klaksvík, meðan Kyndil vann við fýra málum báðar dystirnar í Tórshavn. 

 

Norðlýsið var í Badmintonhøllini mánakvøldið, tá Team Klaksvík byrjaði sínar fyrireikingar til avgerandi dystin leygarkvøldið, ið byrjar kl. 18.00. Í blaðnum í dag kann meir lesast um dystin, har samrøður eru við venjara og liðskipara.