Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Myndarøð: Team Klaksvík misti alt móti endanum

Jákup Ósá – Myndir: Oliver Joensen

Tað sá leingi út til, at Team Klaksvík fór at vinna seg í hálvfinaluna, men móti endanum broyttist alt.

Team Klaksvík hevði eina trygga leiðslu, tá liðini næstan fóru farin til hálvleiks. Team Klaksvík hevði eitt fríkast eftir, og tað einasta, sum ikki skal henda tá, er, at leikarin skjýtir í andlitið á mótstøðuleikara, tí so fær skjúttin reytt kort. Og tað var júst hetta, sum hendi. Fasti høgri bakkurin, Nikola Kedzo fekk reytt kort, og so skuldi Team Klaksvík spæla uttan nakran vinstrahandan bakk. Í seinna hálvleik byrjaði StÍF betri, men so svaraði Team Klaksvík aftur og hevði eina leiðslu, tá áleið fimm minuttir vóru eftir. Men í endaspurtinum broyttist alt. Álopsspælið hjá Team Klaksvík megnaði ikki at fáa nóg stórar málmøguleikar, meðan StÍF fór at spæla væl. StÍF avgjørdi alt og vann 24-22. Team Klaksvík skoraði sostatt bara átta mál í seinna hálvleiki, tá liðið var skert á høgra bakki.

Úrslitið ger, at Team Klaksvík nú er úti av steypakappingini.

 

Málskjúttar hjá Team Klaksvík: Beinir Johannesen (4), Nikolay Bliznov (4), Jens Pauli Mohr (3), Sakaris Ludvík Súnason (3), Vilhelm Vilhelmsen (2), Jóhan í Garðastovu (2), Nikola Kedzo (2), Jens Mortan Samson og Jure Fistonic.