Tað var spenningur til tað síðsta hjá teimum 1061 áskoðarunum í Klaksvík í kvøld.
Liðini áttu hvør sín hálvleik. Andorra var betra liðið í fyrra hálvleiki, meðan Føroyar vóru betra liðið í seinna hálvleiki. Føroyar komu á odda, men so svaraði Andorra aftur. Tá eitt korter var eftir javnaðu Føroyar til úrslitið 2-2.
Børge Petersen spældi allan dystin í miðverjuni, meðan innskifti Jákup N. Vilhelmsen fekk sín fyrsta U21-landsdyst sum innskiftari og spældi ein leiklut, tá Føroyar løgdu stórt trýst á síðstu løtuna.




































































