Hóast illveður ikki er nakað sum føroyingum dámar, so kunnu myndir og video-upptøkur av sjóroki vera hugtakandi.
Leygardagin var fyrrverandi løgmaður, Kaj Leo Johannesen, á Sandoynni, og komin til Lýðarenda (sunnanfyri Sands bygd), steðgaði hann bilinum og tók film av sjóroki í umleið ein minutt. Vindurin var so nógvur, at Kaj Leo sigur, at hann mátti halda sær í bilinum.
Upptøkuna deildi hann á facebook, og har er hon í skrivandi stund víst 44.400 ferðir og deild 581 ferðir. Umleið 600 hava ”likað”.
So nú vita vit í hvussu so er okkurt gott, sum illveður kann brúkast til.




