Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Myndir frá Earth Hour í Klaksvík  

Jóhann Lützen

Soleiðis sá út í Klaksvík leygarkvøldið, tá ið ein stórur partur av býnum varð myrkalagdur.

Petur Martin Solmunde tók hesar myndirnar í samband við Earth Hour í Klaksvík. Earth Hour – ella jarðarinnar tími, er eitt altjóða átak, har fólk, fyritøkur og stovnar ímillum annað sløkkja ljósið í ein tíma. Endamálið er at varpa ljós á veðurlagsbroytingar, umhvørvisvernd og lívfrøðiligt margfeldni.

Myndirnar, ið eru tiknar beint fyri og beint eftir kl. 20.30, vísa at fleiri vístu átakinum ans. Fyrstu tvær myndirnar eru tiknar úti á Bumshamri, og hinar eru tiknar miðskeiðis á Hálgafelli. Klaksvíkar kommuna stuðlaði átakinum við at sløkkja øll kommunal gøtuljós, og eisini vóru fleiri húsarhald, ið luttóku. Á Facebook tiltakinum fyri Earth Hour í Klaksvík, sæst at 68 einstaklingar høvdu skrásett seg sum luttakandi í ár.

Tað er WWF (World Wildlife Fund), sum í samstarvi við aðrar sjálvbodnar felagsskapir stendur fyri átakinum. Earth Hour byrjaði í Sydney í 2007, og í ár luttóku fleiri enn 180 lond.