Hetta er tíðin – várið, fuglarnir, ljósið, himmalhválvið, sjógvurin, tað er nú vit kunnu brúka náttúruna í sínum fagrasta blóma og fylla okkum við orku til at taka vetrarmánaðirnar.
Fríggjakvøldið áðrennn Norðoyastevnu gekk eg mær ein túr, einsamallur, eystur á Skúvadal og vøtnini. Hevði tráðuna og myndatólið við.
Tað fara ikki so ógvuliga nógvir tankar ígjøgnum høvdið ímeðan tú soleiðis sigur og væntar eitt nipp, men ein kann ikki lata vera við at hugsa um teir framúr møguleikarnir vit hava í okkara ósigiliga vøkru náttúri.
Í Norðoyggjum hava vit ikki serliga nógvar víddir at breiða okkum á, men eysturi á fjøllum eru góðir møguleikar fyri upplivingum og útsýni sum ikki er nógva aðrastaðni, ja, Beinisvørð sæðst væl í góðum sýni og so allir topparnir og nesini vestureftir og landið eystureftir.
Hugsaði um fólki, ið íðkar renning og tey, ið fáast við ríðing og hestar, at vit áttu at skapt betur møguleikar fyri at koma eystur á fløllini og brúkt ótrúliga umhvørvið vit eiga her.
Skúvadalshúsið er á fallandi fóti. Var á gátt har, har høvdu rotturnar verið seinastu gestirnir og høvdu róta og leita eftir onkrun til matnað, helst í seinasta kavanum, sum var. Hetta húsið, hesin varðin frá krígnum av, hetta húsið, sum SNP átti og í ávisan mun brúkti, tá gulu skótarnir enn vóru til, átti at fingist í rættlag aftur, til gagn fyri borgarar, sum venja likam og sál við at fara út í náttúruna. – Gongu ella renniturarnir geva ikki bara til likamið, men so sanniliga eisini til tað visuella og sálarliga.
Vit í Klaksvík áttu at tikið hendur um skúvadalshúsið og gjørt tað somikið í stand aftur, at til bar at fáa skjól har eina løtu og kanska kóka sær ein ketil.
Niðanfyri nakrar amatørmyndir frá mær – kanska kveikja tær hugin hjá onkrum til ein gongutúr eystur, hvørveit.




