Í kvøld fingu útisetar í Keypmannahavn og útisetar annars at vita, at teir eru nakrir gimsteinar, sum allir føroyskir politikkarar vilja hava heim aftur eftir loknan lesnað. Myndir frá tiltakinum, sum MFS skipaði fyri í Føroyingahúsinum.

Nógvir góðir setningar, sum vit so ofta hava hoyrt fyrr, vóru bornir fram. Eitt ’ganska gement’ og væl meint orðaskiftið. Ikki vóru nøkur sera ítrøkilig boð um, hvussu útisetarnir skulu koma heim aftur at búgva og verða.
Millum tað ítøkiligasta var, at Høgni Hoydal vil hava útisetarnir at gera ”høm”, ikki bara í Danmark, men eisini gera tað í Føroyum.
Bjørn Kalsø legði fram, stutt og greitt, at tað bert er at taka stigið: ”pakka kuffertið og flyta heim, tí møguleikarnir skulu nokk stinga seg upp”.
Yvirhøvur var høvuðsboðskapurin í kvøld og ynskið, at útisetarnir skulu velja Føroyar fram um onnur lond, tí í Føroyum eru eitt hav av møguleikum, sum enn ikki eru troyttir.
Eitt hugnaligt og heilt víst neyðturviligt tiltak. Tí, sum Jógvan Skorheim legði út við: tað er eisini týdningarmikið at møta útisetunum, har teir eru og ikki bara snakka um teir heima á klettunum. Tað er í samskiftinum við tann einstaka, at nakað hendir.
NAKRAR GÓÐAR MYNDIR: